Spæla í Puma til 2026

Eftir at hava spælt í Adidas klæðum síðani 2019, hava vit í ár skift klædnaveitara, so at vit komandi 4 árini fara at spæla í Puma. Hetta merkir, at øll liðini í felagnum fáa nýggj spælaraklæðir.

Puma er ikki ókent í HB, tí í árunum 1994-2012 spældu okkara lið eisini í Puma.

Tað er Sport 24 í SMS sum umboðar HB-klæðini, og nýggju draktirnar eru til at fáa í handlinum í SMS og á nethandlinum skalkur.fo.