Koronapass skal vísast við dyrnar

Eftir at tilmælini frá mynduleikunum blivu broytt, eru nú ongar avmarkingar á áskoðaratalinum til steypafinaluna hjá kvinnunum. Tó er kravið nú, at øll yvir 15 ár skulu vísa koronapass við dyrnar.

Vegleiðing um brúk av koronapassi:

Eitt gyldugt koronapass skal upfylla eina av hesum 6 treytum:

ES góðkent talgilt koronapass – til dømis tað danska ella føroyska – grundað á:

  • lidna koppseting ikki eldri enn eitt ár,
  • koronakanning ikki eldri enn 72 tímar ella
  • PCR test, sum váttar fyrrverandi smittu seinasta árið.

Harafturat ber eisini til at brúka hesi skjøl saman við passi ella koyrikorti:

  • gula koppsetingarkortið, sum váttar koppseting seinasta árið,
  • váttan um føroyska PCR kanning ikki eldri enn 72 tímar ella
  • váttan frá landslæknanum um fyrrverandi smittu seinasta árið.

Føroyska talgilda koronupassið kann takast niður á telefonina á korona.fo.

Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum FSF. Kostnaðurin er 95 krónur.