Finaluplássið stendur uppá spæl

Fyrra hálvfinalan á Skála endaði við einum 2-0 tapi. Tí er kravið ein sigur uppá minst tvey mál, um vónirnar um steypafinaluna skulu røkkast.

Og trúgvin uppá at tað kann lata seg gera, er til staðar. Tí vit skulu ikki skrúva tíðina meira enn eina viku aftur, tá somu lið hittust í landskappingini, har vit vunnu 3-1. Og í landskappingardystinum í august vunnu vit við somu tølum.

Dysturin verður í Gundadali, leygardagin kl. 15.00.

Mynd: portal.fo