Sølan gongur skjótt

Atgongumerkjasølan til ársins steypafinalur gongur við rúkandi ferð, so tað ræður um at skunda sær, um man skal tryggja sær pláss til steypafinaluna 29. oktober.

Atgongumerkið er galdandi til bæði kvinnu- og mansfinaluna, og tí er Tórsvøllur býttur upp í økir, og HB-fjepparar eru settir oman í hornið á nýggja skýlinum. Tó hava vit fingið telvað tað soleiðis, at HB-áskoðarar kunnu sita í økinum hjá Víkingi á eystaru síðu, bólkarnir 101-104, meðan finalan hjá kvinnunum er. Men hetta er treytað av, at fólk seta seg á røttu plássini, áðrenn mansfinalan byrjar.

Atgongumerki kunnu keypast HER.

Mynd: FSF