Upphiting til steypafinaluna

Í samband við steypafinaluna leygardagin verður skipað fyri upphiting í HB-húsinum.

Tiltakið byrjar kl. 16, tá dyrnar lata upp. Har verður m.a. møguleiki at fáa sær andlitsmáling. Kioskin er opin, og møguleiki verður at keypa sær okkurt at eta, og okkurt leskandi afturvið.

Kl. 18.30 fara øll til gongu yvir á Tórsvøll.