Tann 20. september var FM-finaluumfarið hjá Old girls.
Innleiðandi til finaluumfarið vóru fýra kappingar við tveimum bólkum. Tvey lið í hvørjum bólki komu viðari.
Í A-bólkinum komu 07 vestur og vit vídari. Í B- bólkinum komu KÍ og EB/Streymur víðari. Hesi fýra liðini kappaðust so um FM.
Allir okkara dystir í finaluumfarinum endaðu javnt. 0-0 móti 07 vestur og EB/Streym og 1-1 móti KÍ. Vágbingurin Svava við einum kanónskoti legði okkum a odda móti KÍ. Hesi úrslit vóru nokk til silvur í ár og fegnast vit um eitt pláss betri enn í fjør.
07 vestur vann FM, HB silvur, EB/Streymur bronsu og KÍ nummar fýra.
Tað leggjast javnan leikarar aftrat okkar góða, raska og herliga hópi, og í ár er onki undantak. Nakrir fyrrverandi….fyrverandi….fyrrverandi….bestaliðs HB leikarar eru byrjaðar, men ikki heilt komnar í gongd at spæla dystir enn. Tað verður spennandi at síggja hesar í 2026.
Hóast Old girls merkir “gamlar gentur” (hvat “gamlar gentur” so enn merkir í hesum høpi) so eru tær í búnum aldri til at eiga børn og kann tað vera trupult at spæla fótbólt “høj gravid”. Í ár hava tvær verið burtur vegna barnsburð. Vit ynskja Wilmu og Barbaru hjartaliga tillukku við nýklaktu HB’arunum og vóna, at tær hava so raskar makar, at vit siggja tær aftur til venjing skjótt – #girlpower.
Old girls fara nú í hi frá úti venjingum og fara at venja innandura.
Næst á skránni hjá Old girls er innandurakapping í Íslandi 8. nov., og innandurakapping í Vági 07.feb. 2026.
Vit ynskja 07 Vestur hjartaliga tillukku við Old girls FM 2025.





















