Eftir eitt ár í Gundadali tók Halla Morgan Ejdesgaard fyrr í summar næsta stigið á yrkisleiðini. HB er skift út við Fortuna Hjørring, har Halla er knýtt at ungdómsdeildini hjá Fortuna Hjørring, Dana Cup Academy.
Fortuna Hjørring er ikki hvør sum helst í donskum kvinnufótbólti. Tær eru verandi meistarar og eru, saman við Brøndby, mest vinnandi felagið í kvinnufótbólti, við 12 meistaraheitum.
Halla kom úr FC Hoyvík á sumri í 2024. Og hóast hon bert var 16-ára gomul, var hon ein av lyklaleikarunum. Hon spældi mest á vinstra vongi, men hjá okkum varð hon flutt eitt sindur longur aftur á vøllin. Hetta tí Lukasz sá, at nakrar av hennara dygdum komu best til sín rætt har.
– Hon kom úr FC Hoyvík, har hon spældi á vinstra vongi. Men hjá okkum spældi hon meira sum vinstri bakkur/vongbakkur. Hetta gav okkum fleiri møguleikar í uppbyggjandi spælinum, tí hon er sera stinn á bóltinum og hevur góð innlegg,
Og Lukasz heldur eisini, at Halla hevur tað, sum skal til, fyri at taka næsta stigið.
– Hon er ein spælari við rætta hugburðinum. Klók, arbeiðir hart og hevur góðar tekniskar førleikar.
Sjálv er Halla glað fyri tíðina í HB.
– Mín tíð í HB var sera mennandi. Eg fekk góðar venjingar, har eg lærdi nógv. Umhvørvið Í HB er sera professionelt, sum gjørdi tað møgiligt at gera sítt besta á vøllinum.
– Mín næsta avbjóðing er at menna meg so nógv sum gjørligt her í Fortuna Hjørring, har eg vóni, at eg fari at fáa nógvar nýggjar fótbóltsupplivingar, sigur Halla.
Vit takka Hallu fyri tíðina í HB, og ynskja henni bestu eydnu í Fortuna Hjørring. Samstundis eru vit eisini errin av, at vit eisini á kvinnusíðuni kunnu vera við til at hjálpa evnaríkum spælarum at røkka sínum málum.
Mynd: RSmedia / HB




















