Kára Djurhuus, sum var ein av heilt stóru profilunum hjá kvinnunum í fjør, verður fyribils ikki at síggja í HB-troyggjuni. Hetta tí at hon fegin vildi royna seg uttanlands, og hevur fingið sáttmála við italska felagið Pomigliano, sum spælir í næstbestu italsku deildini, Seriu B.
– Eg skrivaði til ein umboðsmann í Danmark, og spurdi um hann kundi hjálpa mær við at sleppa út um Føroyar at spæla. Hann tók hetta til sín, og hevur hjálpt mær sera væl. Nógv feløg vístu áhuga, tó uttan at nakað endaligt svar kom frá nøkrum, uttan Pomigliano, har eg tók av beinanvegin.
Pomigliano spælir í Seriu B, og hevur ætlanir um at flyta upp í Seriu A. Men hóast kunnleikin til italskan fótbólt ikki er tann heilt stóri, heldur Kára at júst Pomigliano hóskar væl til hana.
– Eg kenni ikki nógv til italskan fótbólt, fyri ikki at siga einki. Men tá tilboðið kom frá Pomigliano, fór eg beinanvegin at hyggja eftir einum dysti, og helt at spælistílurin passaði nokkso væl til mín, har tær spæla skjótt, við nógvum smáspæli og flytingum, sigur Kára.
– Í fyrsta umfari er sáttmálin galdandi fram til mai mánað, og hvat hendir eftir tað, fáa vit at síggja, sigur hon at enda.
Hóast tað altíð er keðiligt at missa leikarar, so kunnu vit ikki annað enn fegnast um at leikarar fáa møguleika at royna seg uttanfyri Føroyar.
Vit ynskja Káru alt tað besta í Italia, og fara at fylgja spent við gongdini.