John Petersen, sum var settur sum fyribils venjari hjá Betri kvinnum, verður sitandi í sessinum restina av hesum kappingarárinum. Hann heldur eisini fram at røkja starvið sum høvuðsungdómsvenjari í felagnum.
Um avgerðina at játta at venja kvinnurnar restina av árinum, sigur John at her er talan um eitt spennandi projekt.
– Eg havi valt at takka ja til tilboðið, tí at hetta samsvarar væl við mínar egnu ambitiónir. Og ikki minst tí at her er talan um ein spennandi leikarahóp, sum eg gleði meg til at sleppa at arbeiða meira við.
Fyri John, og ikki minst felagið, hevur tað stóran týdning at vit seta ferð á menningina á gentu- og kvinnufótbóltinum.
– Hetta skal vera eitt stað, har leikarar hyggja, og síggja eina góða og sunna venjingarmentan. Vit fara framhaldandi at leggja dent á at menna leikararnar, soleiðis at tær eru til reiðar at taka næsta stigið.
Kvinnurnar eru komnar eitt sindur trilvandi frá byrjan, men tað stuttu tíðina John hevur haft ábyrgdina av teimum, hevur hann sæð týðiliga framgongd.
– Øll í hópinum, bæði leikarar og venjarar, eru greið yvir at enn er langt á mál. Tí hava vit lagt eina ætlan, har vit taka smá fet í senn. Og samrøðurnar við leikararnar í vikuni, hava givið mær greiða ábending um at vit eru á rættari kós. Eg gleði meg at arbeiða víðari við einum ungum og spennandi hópi, har allar hava bæði hugin og viljan til at gerast enn betri, sigur John at enda.