Hini liðini

HB - liðini

Havnar Bóltfelag hevur hvørt ár umleið 50 lið við í landskappingum FSFs. Hesi liðini fevna um eini 5-600 íðkandi leikarar, gentur og dreingir, menn og kvinnur, í øllum aldri.

Harumframt hevur felagið eisini venjing fyri børnum í aldrinum 2-6 ár. Tey eru undir kappingaraldur og venja vanliga innandura um veturin og úti meðan sjálvt kappingarárið er fyri.

Aloftast henda ymiskar broytingar gjøgnum árið. Venjarar fara og koma, nýggj lið verða teknaði til kappingina, og onkutíð verður okkurt lið eisini tikið úr kappingini, tíverri. Hesum royna vit sum frægast at boða frá her á síðuni.

Heimasíðan hevur tíverri ikki orku at fylgja øllum liðum okkara, og tískil vísa vit til heimasíðurnar hjá FSF www.football.fo og www.faroesoccer.com viðvíkjandi úrslitum og líknandi.

Yvirlit yvir venjarar sæst undir teimum ymsu deildunum á vinstra bredda.

Venjingartíðirnar síggjast her.

Vit mæla eisini øllum foreldrum, avvarðandi og leikarum til at lesa síðurnar Limaviðurskifti og Lógirnar.

HB ynskir øllum eitt gott og gevandi kappingarár.