Tekna teg sum lim

Vælkomin í HB-stuðlar – vit síggjast og hoyrast!

Øll kunnu gerast limir í HB-stuðlum. Í løtuni eru eini 200 limir í felagnum – børn sum vaksin, og hesir gjalda vanliga felagnum eina fasta upphædd um mánaðin ella um árið – alt eftir førimuni.

Hevur tú hug at gerast limur ella at frætta meira um stuðlafelagið, so ert tú sera vælkomin – púra óbindandi – at ringja til onkran í nevndini ella skriva til okkara við t.d. at útfylla formin niðanfyri. Vit svara sjálvsagt aftur sum skjótast.