22-07-1944
Poul leikti á fremsta liðnum hjá HB seinnapartin av sekstiárunum og fyrst í sjeytiárunum og kom eisini á landsliðið. Hann gjørdi bæði málini í minniliga 2-1 dystinum móti KÍ í 1971 og vissaði HB meistaraheitið tað árið.
Poul var formaður í fótbóltsdeildini hjá ÍSF áðrenn FSF var stovnað, og hann var fyrsti formaður í P/F Havnar Fótbólti, sum virkaði frá 1998 til 2011 og fekk átta meistarheiti í hús til HB í hesum tíðarskeiði.
Poul var undangongumaður í Tórsvallarætlanini, sum nú er vorðið eitt prýðiligt landsstadion.
Poul varð útnevndur til heiðurslim í Havnar Bóltfelag á ársveitslu felagsins í 2014.
1922-2012
Mr. HB
Jógvan á Lað var í mong ár ímyndin av Havnar Bóltfelag.
Umframt at vera formaður, var hann bæði liðformaður hjá HB og á landsliðnum.
Jógvan var eisini leiðari í bygginevndini, tá gamla og nýggja HB-húsið skuldi byggjast.
Jógvan var fastur fúsur í Gundadali, eisini tá hann var komin væl upp í árini.
Jógvan gjørdist fyrsti heiðurslimur í Havnar Bóltfelag 24. juli 1992.
Les annars meira um Jógvan í báðum HB-bókunum.