“Søgan um HB byrjar áðrenn felagið varð stovnað í 1904. Longu í august 1903 var dystur á Lützenstrøð við bólti, sum var læntur av Sandi. Hesin dystur hevur helst ikki verið so væl skipaður, og hevði ein dómari verið settur at halda skil á við reglum, sum vit kenna tær í dag, so vóru neyvan nógvir eftir á vølli, tá stríðið var lokið. Ella allir uttan dómarin. Teir dømdu sjálvir, men helst varð lítið dømt, tí nógvir fingu skaða hendan dagin”.
M.a. hesum tilburði greiðir Jógvan Arge frá í bókini Havnarmenn í Gundadali, sum er um fyrstu 50 árini í søgu felagsins. Vit fara at lata Jógvani orðið, um tá felagið HB varð sett á stovn:
HB verður stovnað
Havnar Bóltfelag varð stovnað um heystið 1904. 27 vóru limirnir á stovnandi fundinum, og teir vóru beinanvegin býttir sundur í tvey lið, sum skuldu spæla móti hvørjum øðrum.
Millum teirra var var tann 33 ára gamli Mads Andrias Winther, sum eggjaði til fótbóltsdystin á Sandi hetta sama summarið, og sum sat í arbeiðsnevndini hjá felagnum Fimi.
Menn høvdu meddað seg fram til, at felagið varð stovnað í oktober, men av tí, at fyrsta síða í elstu gerðabókini ikki hevur verið til leingi, hevur ikki eydnast at fáa prógv fyri sjálvari dagfestingini (dagurin varð funnin í 2004: 4. oktober 1904, red.).
Hinvegin er púra greitt, nær fyrsta nevnd felagsins varð vald. Tað var 14. november hetta sama árið, og manningini tykist longu tá púra greitt, at teir ikki við tað fyrsta komu nakran veg við stríðnum um at fáa Gundadalsfløtuna til fótbóltsvøll.
“Fyrsta strevið hjá HB var at fáa eitt fast tilhaldspláss, har spælararnir kundu vera í friði og náðum. Illa gekst at fáa eina plenu, men eftir nógv stríð og ikki minni føgrum orðum eydnaðist at leiga leikvøll á eini trøð uppi í Hoydølum, sum var ogn hoyvíksbóndans,” skrivaði Poul Niclasen.
Ætlanin um at leiga eitt stykki til vøll í Hoydølum frá Per Mohr var longu frammi á fundinum 14. november. Hendan fløtan lá tríggjar ferðir so langt burtur frá býnum sum Gundadalsfløtan, men skuldu havnarmenn fáa frið til hesa nýggju og vælumtóktu ítróttagrein, so var hetta einasta leið at fara.
Heitt varð á hoyvíksbóndan um at leiga trøðna, og tað kom í lag. Tað mundi í hesum viðfangi ikki vera uttan týdning, at undangongumaðurin og formaðurin í HB, Mads Andrias, var systirsonur hoyvíksbóndans.
Av tí at stykkið var nakað illa dánað, varð avgjørt at víðka eitt sindur í landnyrðingshorninum, og avrátt varð, at hvør maður, sum spældi, skuldi gjalda 5 oyru hvørja ferð.
Ryggur skuldi eisini leggjast til í aðrar mátar. Neyðugt var at veita alt vatnið burtur frá fløtuni, og fundarmenninir vóru samdir um at skjóta pengar saman at fíggja hetta.
Kassameistarin Andreas C. Lützen skuldi standa fyri at krevja pengarnar inn frá hvørjum manni. Gjaldast skuldi ein fimtingur um mánaðin í fimm mánaðir, og fyrsta innkrevjingin skuldi vera í desember 1904.
Fyrsta nevndin hjá HB var Mads Andrias Winther, Jóan Pauli Joensen, eisini nevndur Palli Trykk, og Jákup Mouritsen í Snikkarastovu.
Havnarmenn í Gundadali Koyr á HB!
HB bøkur
Lesið annars meira um sera áhugaverdu søguna hjá HB í bókunum Havnarmenn í Gundadali (1994) eftir Jógvan Arge og KOYR Á HB! (2004) eftir Suna Merkistein. Bøkurnar báðar fáast í øllum vanligum bókasølum kring landið.