Nýggjur kappingarleistur

Komandi kappingarár verður leisturin í Betri Deildin hjá kvinnum broyttur. Kappingin verður skipað sum grundspæl og endaspæl.

Fótbóltssamband Føroya hevur boðað frá, at landskappingin hjá kvinnum verður skipað ørvísi, enn vit eru von við. Kappingin verður býtt í tvey, við grundspæli og endaspæli, sum vit m.a. kenna tað frá donsku Superliguni hjá monnum.

Liðini spæla tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum í grundspælinum. Síðani verður kappingin býtt í tvey, har nummar 1 til 5 fara í ein FM-bólk, og nummar 6 til 9 fara í ein bólk fyri seg. Liðini fáa stigini frá grundspælinum við í endaspælið.

Liðini í niðara bólkinum fara eisini í eina minni steypakapping. Feløgini, sum hava sítt besta lið í 1. deild við kvinnum, luttaka eisini í hesari steypakappingini.

Fyrsta umfar í Betri Deildini við kvinnum verður spælt mánadagin 25. mars. Kappingarskráin er ikki løgd enn, og tí vita vit ikki, hvørjum vit møta í fyrsta umfari.