Kvinnurnar endaðu á 3. plássi

Kvinnurnar tryggjaðu sær bronsumedaljur, tá tær á heimavølli bastu EB/Streymi/Skála. Dysturin endaði 3-1, eftir hálvleiksstøðuna 3-0.
Dysturin var í roynd og veru avgjørdur aftaná 30 minuttir, tá okkara kvinnur vóru á odda 3-0. Málini skutu Ása Stórá Carlsen (2) og Julia Naomi Mortensen
Í seinna hálvleiki legði EB/Streymur/Skála okkum undir trýst, men nærri enn 3-1 komu tær ikki.
Við einum góðum endaspurti kunnu okkara kvinnur, har tær hava fingið 10 stig í 4 dystum, staðfesta 3. plássi í deildini.
Kappingarárið er ikki liðugt, tí nú bíðar steypakappingin, har ÍBV er mótstøðuliðið. Men áðrenn vit koma so langt, skulu Kára Djurhuus, Sarita Maria Mittfoss og Sara Samson Lamhauge ein túr við landsliðnum.
Kvinnurnar takka fyri stuðulin higartil, og gleða seg til at síggja tykkum aftur á áskoðaraplássunum í steypakappingini.