Betri-kvinnur hava fingið nýggjan venjara

Eftir at HB og Kári Reynheim valdu at enda samstarvið, er ein nýggjur venjari funnin til Betri-kvinnur. Vit hava funnið eina loysn í felagnum, við at høvuðsungdómsvenjarin John Petersen hevur játtað at taka yvir í juni og juli, meðan arbeitt verður við at finna eina endaliga loysn.

Vit gleðast um at John hevur játtað at taka av hesari avbjóðing, og ynskja honum og okkara Betri-kvinnum ein gott kappingarár víðari.

John hevði fyrstu venjingina mikukvøldið, og fyrsta avbjóðingin hjá John og kvinnunum verður í morgin, sunnudagin kl. 14.00, tá ÍVB kemur á vitjan í Gundadali.

Vónandi koma nógv fólk at stuðla okkara Betri-kvinnum.