Tóra Vatnhamar Olsen er flutt upp úr U16-gentum í Betri-deildarhópin hjá kvinnunum.
Hon hevur verið við á bonkinum nakrar ferðir, og hevur eisini vant við, og nú verður hon so ein fastur partur av besta kvinnuliðnum restina av hesum kappingarárinum.
Tóra er ein hartarbeiðandi miðvallari, sum hevur prógvað sínar dygdir á U16-liðnum og í 1. deild. Hon hevur arbeitt hart og víst góðan hugburð. Nakað sum nú hevur ført hana upp á besta liðið.
Tað er altíð hugaligt tá okkara egnu taka síðsta stigið, og vit gleða okkum at síggja meira til Tóru.