Venjaratoymið hjá kvinnunum komið uppá pláss

Jan Laursen heldur fram sum venjari hjá Betri kvinnum saman við John Eystberg. Afturat sær fáa teir Eyðvør Jakobsen. Hetta toymið kemur at hava ábyrgd yvirskipaða ábyrgd av Betri kvinnum, 1. deild kvinnum og U18-gentum.

Betri-kvinnur endaðu á 5. plássi í farna kappingarárið, men her skal eisini takast hædd fyri, at fleiri royndir leikarar eru burtur, ímeðan fleiri ungar spældi seg inn í hópin.

1 deild hjá kvinnum var ein sonn sólskinssøga í fjør. Ein blanding av royndum og ungum leikarum, gjørdi at tær vunnu deildina rímuliga sannførandi.

Kvinnu- og gentusíðan í felagnum stendur í fullum blóma. Fleiri ungar og spennandi eru á veg fram, har heili fimm 15-ára gamlar fingu sínar fyrstu minuttir í Betri deildini í fjør.og tað er nakað sum sæst aftur á úrslitum og landsliðsúttøkum.

Eyðvør, sum í fleiri ár hevur verið virkin venjari í ungdómsdeildini, er í løtuni í gongd við A-venjaraútbúgvingina. Og sjálvsagt eru vit errin at vit eisini hava kvinnuligar venjarar, sum vilja vera við í fremstu røð.