Heini og Ejvind eru aftur úttiknir til U21-landsliðið við monnum. Hópurin er neyvt tann sami, sum varð úttikin seinast.
U21-landsliðið hevur fingið eina flúgvandi byrjan uppá EM-undankappingina, har teir, aftaná tríggjar dystir, hava fult stigatal.
Báðir dystirnir hjá U21-landsliðnum í hesum umfarinum eru á heimavølli. Tann fyrri verður ímóti Fraklandi, á Djúpumýru, fríggjadagin 10. oktober, meðan tann seinni verður á Tórsvølli ímóti Sveis, týsdagin. 14. oktober.
Bæði Heini og Ejvind vóru í byrjanaruppstillingini til teir báðar seinastu landsdystirnar.























