Nýggj andlit í starvsnevndina

Ársaðalfundur hevur verið. Roknskapurin fyri 2023 gav avlop, og starvsnevndin er farin úr 5 upp í 7 limir.

Formaðurin byrjaði við frásøgn um farna árið. Árið 2023 hilnaðist væl, og vit endaðu árið við at verða mest vinnandi felagið við átta gull-, trimum silvur- og trimum bronsuheiðursmerkjum. Umframt nógvu heiðursmerkini er serliga gleðiligt, at ungdómsdeildin stendur í fullum blóma, og at tað eru fleiri og fleiri børn, ið velja at spæla fótbólt við HB.

Síðani bleiv ársroknskapurin lagdur fram. Og tað var hugaligur lesnaður, nú hann vísti eitt avlop á 2,5 mió., í mun til eitt avlop á 1,8 mió. í 2022.

Seinast var nevndarval á skránni. Jóannes Mouritsen, ið hevur sitið í nevnd í meira enn 10 ár tilsamans, tók ikki við afturvalið hesa ferð. HB takkar Jóannes fyri trúgva tænastu hesi mongu árini. Avgjørt var at hækka talið av nevndarlimum úr 5 upp í 7. Anna Falkenberg, Gunnar Justinussen og Niclas Joensen stillaðu upp, og blivu øll einmælt vald inn.

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

  • Ransin N. Djurhuus, formaður
  • Lars Muller, næstformaður
  • Finn Jensen, kassameistari
  • Anna Falkenberg, skrivari
  • Símun Samuelsen, nevndarlimur
  • Niclas Joensen, nevndarlimur
  • Gunnar Justinussen, nevndarlimur

Tiltakslimir eru Ingi Rasmussen og Gunnar Mohr.