Tað verður Emma Tormóðardóttir Stóra sum verður høvuðsvenjari hjá U11-gentunum í 2021. Afturat at sær fær hon nakrar hjálparvenjarar, sum verða kunngjørdir seinni.
Umframt at vera venjari, kemur hon eisini at hava fyrisitingarliga ábyrgd av U7- og U9-gentum. Hetta merkir ítøkiliga at hon kemur at taka sær av tí praktiska hjá hesum árgangum. Tað er alt frá at seta venjarar, til at samskifta við nevndina um øll tey praktisku tingini, sum skulu til fyri at tryggja so góðar venjingarumstøður sum gjørligt.
Venjingarnar byrja í februar, og kunnað verður nærri, tá venjingartíðirnar eru fastlagdar.