Kunnandi tiltak fyri allar HBarar

Mánadagin 9. desember kl. 20 verður eitt kunnandi tiltak fyri allar HBarar. Høvuðsvenjarin hjá Betri monnum, Jens Berthel Askou, og fysiski venjarin, Sebastian Dam, koma at greiða frá um fyrireikingarnar til komandi kappingarár. Kom og heilsa uppá nýggju venjararnar, og njót okkurt jólaligt afturvið. Allir HBarar eru vælkomnir.