Væl avgreiddur aðalfundur

Í kvøld var ársaðalfundurin hildin. Nógvir limir vóru møttir, og fyrst á skránni var formansrøðan, har greitt var frá tí farna árinum, og hvat liggur fyri framman. Øll røðan kann lesast her.

Roknskapurin, ið vísti eitt yvirskot á góðar 400.000 kr., bleiv góðkendur uttan stórvegis viðmerkingar.

Undan fundinum var greitt at Kaj Leo tók seg úr nevndini, av tí at hann nú er landsstýrismaður í heilsumálum. Eisini hevði starvsnevndin avgjørt, at talið av nevndarlimum skuldi hækkast úr fimm upp í seks limir. Tveir nevndalimir, Tormóður Stórá og Jóannes Mouritsen, stóðu fyri vali, og vóru báðir afturvaldir. Samstundis skuldu tveir nýggir limir veljast. Nevndin skeyt upp at Bjarni Joensen og Páll Mohr Joensen komu nevnd, og tað var einmalt samtykt.

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

  • Tormóður Stórá, formaður
  • Thomas Juul S. Thomsen, varaformaður
  • Jóannes Mouritsen, peningarøkil
  • Ransin N. Djurhuus, nevndarlimur
  • Bjarni Joensen, nevndarlimur
  • Páll Mohr Joensen, nevndarlimur

Tiltakslimir eru Tummas Óli Mortensen og Bent Tommy Linklett.

HB takkar Kaj Leo fyri sítt arbeiði sum formaður, og ynskir honum alt tað besta í landsstýrissessinum.