Roknskapurin vísti yvirskot

Aðalfundurin varð innleiddur við formansfrágreiðingini, har Páll greiddi frá gongdini seinasta árið. Serligur dentur var lagdur á ungdómsarbeiðið. Grundarsteinurin undir nýggju strategiini bleiv lagdur fyri nøkrum árum síðani, og framgongdin seinastu árini hevur verið sjónlig. Talið av íðkarum veksur, og tey flestu hava nú fótbóltin sum heilársítrótt.

Páll endaði frágreiðingina við at takka fyri seg. At vera formaður í HB er sera tíðarkrevjandi, og tí hevur Páll latið stafettina víðari. Í hvussu er fyribils.

Síðani var roknskapurin lagdur fram. Og tað var sera hugaligur lesnaður, nú hann vísti eitt yvirskot á góðar 1,8 milliónir. Útreiðslurnar eru tálmaðar, og stór framgong hevur verið á stuðulsinntøkunum. Roknskapur var góðkendur av aðalfundinum.

Nevndarval var eisini á skránni. Sum áðurnevnt takkaði Páll fyri seg. Fyri valið stóðu eisini Lars Müller, Ingi Rasmussen og Bjarni Joensen. Ingi og Bjarni stillaðu ikki uppaftur, og takkaðu somuleiðis fyri seg í starvsnevndini, og Lars bleiv afturvaldur. Ingi hevur tó játtað seg til at vera tiltakslimur.

Viðtøkur felagsins siga, at starvsnevndin skal mannast av 5-8 limum. Higartil hevur hon talt 6 limir, men mælt var til at skerja talið til 5. Orsøkin er at bæði kvinnu- og ungdómsnevndin eru mannaðar við 5 limum hvør, og tí er nakað av arbeiðsbyrðuni tikin av starvsnevndini. Nevndin skjeyt upp Símun Samuelsen og Finn Jensen, og hesir báðir blivu einmælt valdir.

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

  • Ransin N. Djurhuus, formaður
  • Lars Müller, næstformaður
  • Finn Jensen, kassameistari
  • Jóannes Mouritsen, skrivari
  • Símun Samuelsen, nevndarlimur

Tiltakslimir eru Gunnar Justinussen og Ingi Rasmussen.

HB takkar fráfarandi nevndarlimum fyri arbeiðið teir hava gjørt fyri felagið, og ynskir samstundis nýggju nevndini blíðan byr.