GU13 spæla hálvfinalu leygardagin

Leygardagin 22. august kl. 11 spæla gentur U13 hálvfinalu í steypakappingini móti 07 Vestur.

Ungu genturnar eru sera raskar, og tær miðja eftir at spæla HB í fyrstu GU13 finaluna síðani 2019.

Tær hava vant regluliga tríggjar ferðir um vikuna síðani februar og spælt hópatals dystir. Eisini hava tær verið á venjingarlegu í Vági og til Dana Cup.

Venjarin, John Eystberg, greiðir frá, at hetta er ein stórur og fjølbroyttur hópur – omanfyri 30 gentur (!) – og tað legst allatíðina afturat.

– Her eru sera ymiskar gentur, menskur og førleikar, men tær eru góðar við hvørja aðra, og samanhaldið er gott. Felags fyri tær allar er fótbóltsgleðin, so tað er fantastiska stuttligt at venja tær, sigur John.

VIt ynskja góða eydnu við spennandi dystinum leygardagin – og minnist fyrst og fremst til at hava tað stuttligt og at hjálpa hvørji aðrari.

Koyr á HB!