Ein heilsan frá liðskiparanum

Leygardagin 7. mars vandu okkara menn á Ovara Vølli sum vanligt. Tær síðstu strikurnar á taktikktalvuni vóru teknaðar, og spælararnir fóru heim heim at hvíla seg, áðrenn ársins fyrsta landskappingardyst ímóti EB/Streymi. Lítið vistu vit tá, at vit nú meira enn tvær vikur seinni, ikki eru komin ígongd við landskappingina.

Fyri at minka um vandan fyri koronasmittuni, hevur ikki verið gjørligt at havt nakra skipaða fótbóltvenjing. Hetta hevur, sum vera man, havt stóra ávirkan á venjingina í felagnum. Spælararnir hjá Betri monnum eru settir saman í smáar bólkar at venja. Hetta fyri at hava sum minst møguligt samband við hvønn annan. Fyri teir, eins og øll onnur, er hetta ein ørvísi gerandisdagur, og Jógvan Rói sigur eisini, at hetta er ein løgin tíð vit uppliva beint nú.

– Hetta er løgið. Tvær ferðir um vikuna venja vit saman, tríggir og tríggir. Hinar dagarnar er sjálvsvenjing á skránni, har vit fylgja venjingarskránni vit fáa frá venjaratoyminum. Hetta er ikki optimalt, men tað er tann veruleikin vit mugu fyrihalda okkum til, sigur liðskiparin.

At venja í smáum bólkum, uttan venjara, er nakað sum setur krøv til hvønn einstaka leikara. Men Jógvan Rói sigur at tað er ikki ein trupulleiki við disiplin.

– At venja sjálvur krevur sjálvsagt eitt sindur av sjálvsdisiplin. Tá hópurin venur saman, ber ikki til at slappa av. Allir leggja trýst á hvønn annan, og gert tú eitt mistak, eru hinir skjótir at revsa tað. Men nú eru vit bara tríggir, ið venja saman. Vit vita, at vit mugu geva okkum fult út, eisini tá vit eru í so smáum bólkum. Tí fyrr ella seinni fer kappingin í gongd aftur, og tá ber ikki til at vera aftanfyri hini.

Eitt er venjingin. Men so er tað hin parturin. Tað sum er uttanfyri vøllin. Samanhaldið, sum hevur so stóran týdning fyri liðið.

– Vit eru vanir at síggja hvønn annan nærum hvønn dag. Og tað er eitt sindur løgið, at verða avskorin frá næstan øllum, nærmast yvir eina nátt. Men vit hava samband umvegis facebook, har vit motivera hvønn annan. Tí hóast vit eru avskornir frá hvørjum øðrum, eru vit saman um hetta.

Óvist er nær kappingarnar fara ígongd. Fyribils verður einki fyrr enn 1. mai, men støðan broytist hvønn dag, so ringt er at siga nakað við vissu. Eitt er at vit sum áskoðarar leingjast eftir fótbóltinum. Men spælararnir leingjast eisini eftir at spæla aftur.

– Vit vilja heilsa øllum HB-fjepparum, og siga at vit halda høvdið høgt. Vit gleða okkum at sleppa at spæla frammanfyri tykkum aftur, sigur Jógvan Rói at enda.