HB hevði eitt lítið avlop

Havnar Bóltfelag hevði aðalfund mánakvøldið tann 7. februar. Á aðalfundinum var ársroknskapurin lagdur fram, og aðalfundurin góðkendi roknskapin. Nevndin varð afturvald.

Roknskapurin hjá Havnar Bóltfelag vísti 329.000 krónur í avlopi fyri 2021. Árið fyri var hallið um tvær milliónir krónur.

Úrslitið er ikki nøktandi, men hinvegin er tað merkt av umstøðum, sum vit ikki hava verið harrar yvir, sigur Páll Mohr Joensen, formaður í HB.

Tað er fyrst og fremst luttøkan í Evropa, sum ávirkaði roknskapin hesa ferð. Tað var avtalað, at HB skuldi skipa fyri undankapping til Champions League í Føroyum í 2021, men vegna umstøðurnar árið fyri, har lið ikki sluppu at spæla í Føroyum av strongu koronareglunum, valdi UEFA at flyta kappingina. Tá ið HB harvið noyddist at ferðast langt til dystir uttanlands í leiguflogførum, sum var eitt krav, táttaðu bara ferðaútreiðslurnar í tríggjar milliónir, sum úrslitið harvið minkaði við.

Havnar Bóltfelag ásannar, at tað er vorðið ógvuliga kostnaðarmikið at reka fótbóltsfelag í Føroyum, men felagið leggur seg eftir at hava ein sunnan og samanhangandi rakstur. Hetta skal gerast soleiðis, at felagið leggur stóran dent á felagsandan og menning av egnum tilfeingi, samstundis sum felagið kappast um meistaraheiti í bestu deildunum.

Ungdómurin í hásæti

Í árinum, sum er farið, er nógv lagt fyri til tess at fáa ein varandi leist fyri ungdómsarbeiðið í felagnum. Sjálvbodna arbeiðið er enn sum áður hjartatátturin í Havnar Bóltfelag, men samstundis hevur tað týdning, at dugnalig og nærløgd fólk verða sett at hava ábyrgdina fyri einari miðvísari menning av okkara ungdómi, bæði sum leikarar og menniskju.

Høvuðsungdómsvenjarin farna árið Mads Løvig hevur arbeitt við at fáa ein reyðan tráð í alt ungdómsarbeiðið, at fáa ein samanhang millum deildirnar í felagnum og at seta dugnaligar venjarar til allar árgangirnar. Tíverri er hann farin í annað spennandi starv uttanlands, men hann hevur verið við til at flutt felagið í bygnaði og innihaldi.

Herfyri setti HB soleiðis eisini tveir nýggjar høvuðsungdómsvenjarar, Jens Erik Rasmussen og Oddur Olsen, at hava ábyrdina fyri ávikavist barnafótbólt og ungdomsfótbólt í felagnum.

Fyri fyrstu ferð hava vit sett ein venjara at arbeiða fulla tíð við barnafótbólti, soleiðis at okkara ungdómur fær eitt grundarlag, ið byggir á felagsins virði. Og venjarin hjá 1. deild hevur so eisini ábyrgdina av, at ungdómsdeildirnar hava ein beinleiðis og samanhangandi tráð upp til vaksnamannafótbóltin í felagnum.

Nevndin heldur fram

Á aðalfundinum stóðu Páll Mohr Joensen og Jóannes Mouritsen fyri vali, og báðir vóru afturvaldur.

Sostatt heldur sama nevnd fram í HB. Nevndin í Havnar Bóltfelag er hendan:

Páll Mohr Joensen, ið heldur fram sum formaður, Lars Müller, næstformaður, Jóannes Mouritsen, kassameistari, Ransin N. Djurhuus, Thomas Juul S. Thomsen, Bjarni Joensen og Ingi Rasmussen. Tiltakslimir eru Rúni Mohr og Simona Heinesen, ið var nývald.