Bronsa til 1. deild

Í vikuskiftinum var síðsta umfar í 1. deild hjá kvinnum, har okkara tóku ímóti AB í Gundadali. Tær gjørdu bart, og vunnu dystin 3-0. Málini skutu Sára Jespersen og Súsanna Tummasardóttir (2).

Við sigrinum tryggjaðu kvinnurnar sær 3. plássið í deildini, og harvið bronsumedaljurnar.

Venjararnir hjá 1. deild kvinnum, Liljan av Fløtum og Simona Heinesen, eru væl nøgdar við kappingarárið, tá hugsað verður um at tær, sambært teimum sjálvum, bert hava vant 4 ferðir saman í ár. Málið hjá 1. deild kvinnum er væl og virðiliga rokkið, tí sum Liljan legði afturat: ” Vit høvdu eitt mál, og tað var at ikki bliva blakaðar úr kappingini áðrenn summarferiuna”.

Vit ynskja 1. deild kvinnum til lukku við medaljunum, og fegnast um at vit kunnu stilla við tveimum kvinnuliðum í vaksnamannadeildini.