Túrurin gongur til Wales

Í dag var lutakast til 1. umfar í Conference League. Og úrslitið av lutakastinum háttaði seg soleiðis, at vit skulu til Wales at møta Newtown AFC.

Newtown FC endaði á 3. plássi í walisisku landskappingini í júst farna kappingarárið, sum er besta úrslitið síðani 1998, tá teir endaðu á 2. plássi.

Felagið varð stovnað í 1875 undir navninum Newtown White Stars, og var eitt av feløgunum, sum var við til at stovna walisiska fótbóltssambandið. Men hóast felagið er gamalt, er ikki talan um eitt sigursvant felag. Felagið hevur verið í fremstu walisisku deildini, síðani kappingin bleiv umskipað eftir núverandi leisti í 1992. Einki meistaraheitið er vunnið enn, men felagið er eitt av bert tveimum, sum hava hildið seg í deildini øll árini.

Teir spæla sínar heimadystir á Latham Park, ið hevur pláss fyri 5.000 áskoðarum.

Royndirnar í europeisku kappingum eru heldur ikki nógvar, og í ár er bert 5. ferð teir luttaka.

Men hóast hagtøl og søga ikki standa mát við okkara, so er ikki givið, at talan verður um lætta mótstøðu, tí felagið hevur sum mál at blanda seg í oddinum í Wales komandi árini.

Fyrsti dysturin verður á heimavølli 7. juli, meðan returdysturin í Wales verður eina viku seinni, hósdagin 14. juli.

Mynd: Latham Park, heimavøllur hjá Newtown AFC