Verjuskansin heldur fram

Í fjør spældi hann sín dyst nr. 300 fyri besta liðið, og nú er líkt til, at fleiri fara at leggjast afturat.

Bartal er tann leikarin í hópinum, sum hevur spælt flestar dystir á besta liðnum. Higartil er tað blivið til 307 dystir tilsamans.

Hóast hann kanska ikki altíð ger so nógv um seg, so hevur Bartal verið ein av okkara týdningarmiklastu leikarum seinastu mongu árini.

Við undirskriftini hjá Baral er verjuparturin næstan komin heilt uppá pláss. Ítøkiligar samráðingar eru við ein útlendskan verjuspælara, og hesin verður væntandi kunngjørdur innan heilt stutta tíð.