Ein blómandi felagsskapur

Leygardagin 23. september leiktu okkara 1. deild kvinnur seinasta dyst í hesum kappingarárinum. Við einum 4-0 sigri á KÍ endaðu vit á 1. plássi, og vunnu harvið deildina triðja árið á rað, og steypið ognar.

1. deild hjá kvinnum hevur verið ein sólskinssøga, síðan Liljan og Simona í 2019 hildu, at nú var tíðin komin, at vit aftur skuldu hava eitt 1. deildarlið. Ov nógvir leikarar fingu ikki dystarvenjing í vaksnammannafótbóltinum við bert at sita á bonkinum hjá Betri.

Liðið hevur øll árini verið mannað við leikarum frá Betri, U16, Old girls og leikarum, sum ikki hoyra heima í hasum bólkunum, men fegin vilja spæla fótbólt. Hetta er ein góður máta hjá yngri gentum at venja seg við vaksnammannafótbólt, og læra av eldri og royndari viðleikarum. Og hjá teimum eldru at sleppa at spæla saman við yngri, blómandi talentum, sum eru okkara góða framtíð. Aldursspennið hevur verið frá 15 ár til mitt í 40unum øll árini.

Ein sera positivur tendensur, sum hevur verið enn meira at sæð í ár er, at tað hevur verið kø um at sleppa við. Onkur er bókstavliga vendur í hurðini, tí tað hevur verið meira enn fullur bonkur til onkran dyst. Tíverri og tíbetur.

Eini 40 ymiskir leikarar hava tilsamans spælt við 1. deild í 2023. Ein av góðu berandi kreftunum øll árini. er liðskiparin Tinna av Skarði.

Venjarar fyrru helvt í ár hava verið Silja, Simona, hjálparvenjari Liljan og seinnu helvt hevur John verið venjari.

Vit ynskja hervið 1. deild kvinnum tillukku, og vóna at hesin leistur, sum sær út til at rigga øgiliga væl, heldur fram. Tí tað er sera gott fyri okkarar felagsskap, at hava so nógvar virknar kvinnur.

Hesar hava verið við øll fýra árini: Marjun, Gunn, Silja, Simona, Tinna og Liljan