Innandurakapping í Vági

Fyri aðru ferð var innandurakapping í Vági fyri “tey ungu” (kvinnur 35 +, menn 35 + og menn 45 +). HB hevði trý lið við í kappingini.

Old-girls høvdu tvey lið (HB-knallert og HB-skateboard), og old-boys 35+ høvdu eitt lið við. Bæði old-girls liðini stríddust væl og høvdu nógvar góðar leikløtur. Elin, Kristina, Svava og Gunn funnu væl málið hesa ferð og skutu nøkur vøkur mál. Tó gjørdust tær ov stuttar til semifinalupláss. HB knallert endaði á einum 3.plássi.

HB-skateboard endaði á 2. plássi saman við Vágagellunum. Men málmunurin var 2 mál fleiri til Vágagellurnar, og tí gjørdust tær akkurát ov stuttar til eitt pláss í semifinaluni.

Old-boys endurtóku bragdið frá í fjør og vunnu kappingina. Tó sá tað svart út teir fyrstu dystirnar. Sjálvt vinstrabeinið hjá Christian var heldur rustað. Tað var ikki fyrr enn Øssur tók seg saman og leiddi teir á sigurskós, at tað eydnaðist. Øssur bleiv eisini valdur til besta leikara í kappingini hjá monnum 35+.

Eitt stak gott og væleydnað vikuskifti í Vági saman við øðrum fótbóltsspælarum ymsastaðni úr Føroyum er farið aftur um bak. Søgur vilja vera við, at tað verður ein kapping aftur í 2026. So nú hava allir fótbóltsspælarar, eldri enn 35 ár, møguleika at venja gomlu fótbóltsevnini, og kanska pussa sær dansiskógvarnar eisini.

Tað frættist eisini, at ein málrevur í aldursbólkinum 45+ ætlar at samla eitt lið til komandi ár.