Daniel hevur gjørt sáttmála við danska 1. deildarfelagið FC Fredericia frá 1. januar 2023. Harvið senda vit enn ein leikara víðari á yrkisleiðini.
Hann spælir kappingarárið liðugt í HB. Men frá 1. januar 2023 er tað FC Fredericia, sum fær gagn av evnunum hjá Daniel, eftir at hann sannførdi teir um sínar dygdir, tá hann fyrr í ár royndarvandi har.
– Fyrr í ár royndarvandi eg við FC Fredericia, og eg føldi meg beinanvegin vælkomnan og ynsktan. Og tí var eg sera glaður og errin, tá teir bjóðaðu mær sáttmála. Tað at eg nú kann hugsavna meg 100% um fótbóltin, fer heilt sikkurt at menna meg enn meira sum fótbóltsspælara.
– FC Fredericia spælir næstan altíð við í oddinum í donsku 1. deild, og teirra spælistílur hóskar væl til mín. Eg gleði meg at byrja í FC Fredericia, men fyrst og fremst skal eg hugsavna meg at gera arbeiðið í HB liðugt.
Kom til HB sum 15-ára gamal
Maðurin við vandamikla vinstrabeininum kom til HB úr EB/Streymi sum 15-ára gamal, og hevur bara umboða HB í vaksnamannafótbólti.
Hann fekk sínar fyrstu minuttir á besta liðnum sum 16-ára gamal, tá hann bleiv skiftur inn ímóti Skála í kappingini um Løgmanssteypið. Síðani tá er tað blivið til 163 dystir, 19 mál og eitt hav av uppleggum.
Hóast hann nú tekur næsta stigið, og gerst fulltíðar yrkisleikari uttanlands, er tað við sorgblídni at hann biður okkum farvæl.
– Fyrst og fremst vil eg takka øllum í HB fyri eina fantastiska tíð. Nevnd, venjarum, liðfeløgum og fjepparum. Eg havi verið her síðani eg var 15, og hetta er blivið mítt annað heim.
– Sum HBari havi eg uppliva eina rúgvu av teimum fótbóltsdreymunum, eg hevði sum barn. Eg havi vunnið meistarheitir, steypakappingar og eri komin á landsliðið.
– Alt hetta er bara eydnast, tí HB hevur víst mær álit, tey 8 árini eg havi verið her. Hetta fari eg altíð at vera takksamur fyri.
– Tá eg um nakrar mánaðir spæli mín síðsta dyst fyri HB á hesum sinni, verður tað heilt vist kensluborið. Men inntil tá taki eg ein dag í senn, og njóti hvønn dag sum HBari.
Vit harmast um at vit missa ein so dugnaligan leikara, men eru samstundis errin av at hjálpa Daniel víðari á síni yrkisleið, og ynskja honum alt tað besta.
Daniel veit, at HB-húsið altíð stendur opið, og at hann altíð er vælkomin.
Hagtøl: FaroeSoccer