Limagjald 2020

Góðu HBarar!

Ein av grundsúlunum undir okkara felag eru limirnir og tað tilknýti og tann stuðul, sum hesi eru fyri felagið. Vit hava nógvar íðkandi limir, tey sum nú endiliga eru sloppin í gongd við kappingarárið, – og venja og spæla fótbólt dag og dagliga. Vit hava eisini nógvar limir, sum mangan dystin hava spælt fyri felagið fyrr og eisini limir sum ongantíð gjørdu so nógv við fótbóltin, men dugna felagnum á ymsan hátt.

Felags fyri øll hesi er, at tey eisini geva felagnum eitt fíggjarligt íkast við at gjalda limagjaldið, sum felagið ásetir. Upphæddirnar eru ymiskar alt eftir um ein er íðkandi limur og alt eftir aldri, ella um ein er sokallaður hvílandi limur.

Nú er tíðin komin til at gjalda limagjaldið fyri 2020, og kann hetta gerast sera lættliga umvegis netbanka. Tú kanst lesa nærri um limaviðurskiftini í HB HER, um upphæddir, kontonummar og hvat fæst fyri limagjaldið.

Um onkur HBari er, sum av onkrum ávum ikki hevur goldið limagjaldið seinastu árini, so eru tit vælkomin at byrja aftur at gjalda nú.

Eru onkrir spurningar hesum viðvíkjandi, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á hb@hb.fo

 

Við HB-kvøðu
Starvsnevndin