Ársveitslan 2022!

Nú sleppa vit aftur á ársveitslu!

Eftir at hon hevur verið avlýst tvey tey seinastu árini, hava HBarar hungrað eftir at sleppa aftur á ársveitslu. Og í ár sleppa vit endiliga aftur, tí kappingarárið 2022 verður endað við einum braki í Dansifrøi 5. november.

Veitslan byrjar sum vant kl. 19.04, har vit bjóða vælkomudrykk. Síðani verður farið til borðs, har matskráin sær soleiðis út:

Forrættur: Dampaður toskur við hvítleyksdressing, broyskið salat, súltaður reyðleykur og balsamico glace.

Høvuðsrættur: Langtíðarstokt lambskulotta við heimagjørdum reyðkáli, smørstoktum petiteplum og grillaðum grønmeti. Afturvið er sós av soðnum.

Omaná: Rabarbutrifli

Atgongumerki á 500,- kr. kunnu keypast HER.

Drykkivørur til borðhaldið eru ikki íroknaðar, men til ber at keypa øl, sodavatn og vín.

Aftaná borðhaldið verður dansur við Flemming og vinmonnum.

18 ára aldursmark.