Nýggjur fysiskur venjari

HB hevur sett Sebastian Dam sum fysiskan venjara. Talan er um fulltíðarstarv, har hann kemur at hava ábyrgd av allari fysiskari venjing í felagnum. Sáttmálin millum partarnar er galdandi í tvey ár. Hetta er eitt stórt frambrot fyri felagið, og hetta samsvarar væl við ætlaninar hjá felagnum, har vit í næstum fara í holtur við at gera høllina í HB-húsinum um til venjingarhøli.

Sebastian er 27-ára gamal og kemur úr Danmark. Hann hevur arbeitt sum fysiskur venjari í 7 ár í ymiskum ítróttargreinum. Seinast sum fysiskur venjari hjá Vendsyssel, har høvuðsvenjari okkara, Jens Berthel Askou, eisini var venjari. Hann hevur eina útbúgving sum Bachelor í Sports Science og er í løtuni í gongd við at taka ein Master.

Í stuttari viðmerking sigur Sebastian, at hann gleðir seg nógv at byrja í HB, og at hann fer at leggja dent á at menna ein øðrvísi hugburð til fysiska venjing.

Vit ynskja honum hjartaliga vælkomnan í Gundadal.