Vegna íkomnu støðuna viðvíkjandi korona, boðar Fótbóltssamband Føroya í dag frá at eingir áskoðarar sleppa til dyst í vaksnamannadeildunum til og við 22. august. Hetta merkir ítøkiliga at hesir dystir hjá okkum verða uttan áskoðarar:
Betri menn:
Víkingur – HB (6. august)
HB – AB (13. august)
Betri kvinnur:
KÍ – HB (9. august)
1 deild menn:
HB – AB (5. august)
Víkingur – HB (15. august)
Vit heita á øll um at virða hetta, og ikki møta til dystirnar.