Takk fyri!

Gott kvøld

Hjartaliga vælkomin til okkara ársaðalfund.

Hvat er tað, vit hava gjørt og gera í Havnar Bóltfelag fyri tíðina. Starvsnevndin hevur seinastu trý árini arbeitt við at lyfta okkara felag hægri í strembanini eftir at professionalisera allar tilgongdir; tað verði seg á vølli og uttanfyri vøll.

Vit tóku eina prinsippavgerð í 2017 um, at vit ynsktu at fáa nýtt fólk uttanifrá til at standa fyri tí ítróttarliga partinum av Betri hópinum, hetta grundað á, at vit ynsktu at broyta strukturin og at betra fyrireikingarnar hjá okkara liðum bæði taktiskt og tekniskt og ikki minst kropsliga.

Tvey tey seinastu árini hava verið nøktandi við einum føroyameistaraskapi og einum løgmanssteypi hjá Betri monnum.

Havnar Bóltfelag fer inn í árið 2020 við fýra løntum heildagsstørvum innan tað ítróttarliga hjá bæði monnum og kvinnum.

Harumframt hava vit eitt hálv dags starv í okkara umsiting, øll størvini eru við staðseting í HB húsinum.

Hetta er ein partur av ætlanini, at allar tilgongdir í Havnar Bóltfelag skulu proffesionaliserast og fáa eina hægri raðfesting. Hetta er eisini við í strembanini eftir at fáa eina javnvág í, hvør orka verður løgd í bæði hjá teim vaksnu og hjá okkara ungdómi.

Tað krevur ómetaliga nógv av einum fótbóltsfelag sum okkara at verða við í oddinum av føroyskum fótbólti. Hetta krevur, at vit seta professionellar heiltíðarsettar venjarar í starv, tað verði seg bæði fyri ungdómin og tey vaksnu.

Hetta slag av venjarum krevja nógv av okkum øllum, sum arbeiða runt felagið, og teir krevja allar tænastur, sum teir eru vanir við, har sum teir koma frá. Men tað er bæði ein strævin og lærurík prosess, har vit byggja upp eitt hægri støði fyri alla ta ítróttarligu tilgongdina hjá felagnum.

Vit avtóku eisini tann sokallaða Betri bólkin við ársenda 2019, og vilja vit takka teimum fyri eitt gott arbeiði ígjøgnum nógv ár.

Vit eru nú í einari tilgongd at gera ein nýggjan sponsorbólk, sum skal arbeiða fyri at professionalisera alla tilgongdina við øllum sponsorum hjá Havnar Bóltfelag, og vilja vit hækka støðið á, hvussu okkara sponsorar verða marknaðarførdir meira proffessionelt framyvir, soleiðis at teirra exponering gerst størri, og okkara sponsorgrundarlag gerst størri bæði í eksponering og í inntøkum.

Starvsnevndin hevur avgjørt, at eg komi at umboða HB í ECA (European club assosiation) fram til 2023, har eg eri valdur at umboða øll tey europeisku fótbóltsfeløgini, í eini av teim fimm nevndunum hjá ECA.

ECA er ein felagsskapur umboðandi øll europeisk fótbóltsefløg, sum hava kvalifiserað seg til Europeiskan fótbólt, okkara lutur er í stóran mun at verja rættin hjá teim smærru feløgunum og at hava ávirkan á, hvussu peningurin fyri Champions leauge og Evropa leauge verður býttur millum feløgini.

Hetta hevur verið ein sera spennandi tíð saman við góðum fólkum, sum øll hava eitt felags mál við at menna okkara ungdóm og at vinna meistaraheitir. Eg veit og upplivi eisini, at øll fólkini rundanum felagið vilja gera sítt til at hetta eydnast, so frá mær skal ljóða ein stór tøkk til øll tykkum, sum hvønn dag við ymiskum uppgávum gera tykkara fyri felagið.

Eg vóni ikki, at vit nakrantíð í Havnar Bóltfelag skulu verða bangin fyri at siga og meina, at HB skal verða nr. 1 í føroyskum fótbólti. Umberingar fyri, hví vit ikki skulu verða nr. 1, kunnu vit ikki brúka til serliga nógv.

HB skal altíð seta sær sum mál at gerðast nr. 1, tað er okkara uppruni og okkara DNA, sum vit skulu verða stolt av.

Til seinast vil eg enn einaferð takk fyri meg og boða frá, at eg fari úr nevndini í kvøld.

 

Við HB-kvøðu,

Kaj Leo Holm Johannesen