Nei til rasismu!

Rasisma hoyrir ongastaðni heima. Hvørki á áskoðaraplássunum, netinum ella aðrastaðni.

Okkara felag hevur limir, leikarar og hjálparfólk við fjølbroyttari bakgrund, og øll eru líka vælkomin í felagnum. Bæði sum HBarar og gestir.

Vit taka frástøðu frá rasismu og mismuni av øllum slag. Hesin hugburður verður lagdur í okkara venjarar og leikarar. Rasistiskur og diskriminerandi atburður verður als ikki góðtikin í okkara felagsskapi, og allir okkara sáttmálabundnu leikarar og venjarar hava skrivað undir uppá, at teir skulu fylgja leiðreglunum hjá felagnum.

Felagið fer framhaldandi at berjast ímóti rasismu og mismuni. Tí her er pláss fyri øllum.

Og vit vilja heita á øll, ið leggja til merkis slíkan atburð um at boða felagnum frá, so vit kunnu steðga hesum.