Old Girls herja á aftur

Tær gevast ikki so. Aftur í ár er ætlanin manna eitt lið í Old Girls kappingini.

Ert tú 35+, og hevur ein innara fótbóltsspælara, sum leingist eftir at sleppa út at vísa síni kynstur, so lat teg í títt fótbóltsstás, og kom og ven við okkara Old Girls. Tær venja á niðara vølli mána- og mikukvøld kl. 20-21. Fyrsta venjing verður mánakvøldið 20. mars.

Talan er ikki um heilsufótbólt, men um eitt lið, sum luttekur í landskappingini hjá FSF.

Venjaratoymið er sett, og sigast má, at tað hevur nógvar góðar, tó ymiskar, royndir. Royndir innan bankavinnu, hotelvinnu, bilasøluvinnu, sjúkrarøkt, timburvinnu, A-landsliðsfótbólt, U-landsliðsfótbólt, besta lið hjá HB, 1.deild hjá HB, Old Girls hjá HB, FB, Damsø, ÍF Føroyum og alt innan familjulív. Tær sum manna venjaratoymið eru Silja á Borg Færø, Liljan av Fløtum, Jenny A. á Heiðunum, Elin Christiansen og Annika Godtfred, sum væntar á myndini.

Old Girls-deildin verður tikin í størsta álvara, og tí er neyðugt at hava leikaraloyvið. Flytingargluggin hjá FSF letur aftur mikudagin 15. mars, og ætlar tú at spæla við Føroya stuttligasta liðið, má hetta koma í rættlag í seinasta lagi tá. Skalt tú flyta leikaraloyvið, kanst tú senda okkum ein teldupost á hb@hb.fo, ella seta teg í samband við onkran av venjarunum, og vit avgreiða tað fyri teg. Í fjør var onkur, sum mátti bíða, tí at leikaraloyvið ikki var komið uppá pláss. Og eingin tímur at venja uttan at sleppa at spæla dyst.

Liðið hevur ein Facebook bólk til samskifti. Bólkurin eitur ”HB Old Girls 2023”.

Vit ynskja Old Girls eitt gott og stuttligt kappingarár, og gleða okkum til teirra bersøgnu og fullkomiliga uttanveltaðu dystarfrágreiðingar.