Atgongumerki til toppdystin

Atgongumerkini til toppdystin ímóti KÍ eru nú tøk í nethandlinum. Tú finnur nethandilin í ovasta bredda undir “Shop”, ella við at trýsta her.

Børn undir 18 skulu ikki gjalda fyri atgongumerki.

So leingi koronatilmælini eru galdandi, eru avmarkaði pláss í hvørjum øki. Á kortinum niðanfyri sæst hvussu økini eru býtt.

Øki 1: HB-húsið, norður
Øki 2: Vestara skýlið, norður
Øki 3: Vestara skýlið, suður (Útilið)
Øki 4: Vestara skýlið, mitt fyri
Øki 5: B36-húsið, suður (Útilið)
Øki 6: B36-húsið, norður (Útilið)
Øki 7: HB-húsið, suður (Árskort)

Tey, ið hava árskort, eru tryggjaði eitt pláss í HB-húsinum. Ynskir tú at keypa árskort, kann tað somuleiðis gerast í nethandlinum.