Ríkin skal venja U17-dreingirnar

Ríkin Napoleon Djurhuus verður høvuðsvenjari hjá U17-dreingjum í 2020. Afturat sær hevur hann fingið Ólav Gunnarsson. Umframt at vera høvuðsvenjari hjá U17 kemur Ríkin at hava ítróttarliga ábyrgdina av U13-dreingjunum saman við høvuðsungdómsvenjaranum, Christopher Harrington. Hetta merkir, at hann í eini yvirskipaðum leikluti skal skipa karmarnar hjá árganginum bæði hvat viðvíkur venjarum og leikarum. Hann skal eisini leggja eina ætlan fyri árið, hvussu venjast skal, og syrgja fyri at tað er kvalitetur á. Alt hetta er partur av ungdómsmenningarætlanini.

Hóast Ríkin bert er 26-ára gamal, hevur hann drúgvar venjararoyndir. Hann byrjaði sum barna- og ungdómsvenjari í felagnum í 2010, og hevur verið hjálpar- ella høvuðsvenjari hjá flest øllum ungdómsárgangum, umframt at hann hevur verið venjari hjá besta kvinnuliðnum. Ríkin flutti til Danmarkar í 2017 og bleiv ungdómsvenjari hjá AB Tårnby. Síðani flutti hann víðari til A27, sum er eitt samstarv millum Kastrup Boldklub, Dragør Boldklub og AB Tårnby. Á sumri 2019 var hann heima í Føroyum og var í hesum tíðarskeiðinum hjálparvenjari hjá 1. deild, U21 og U17. Nú hann er fluttur aftur til Føroya, kemur hann so at standa á odda fyri U17-dreingjunum. Og við hesum hevur hann eina ætlan:

– Ætlanin er at menna leikarar, ið skulu gerast klárir til vaksnamannafótbólt í felagnum innan 1-2 ár. Tað vil siga 1. deild ella Betri-liðnum, sigur hann.

Harvið er tað ein evnaríkur og royndur venjari, ið kemur at venja okkara U17-dreingir.

Venjingin hjá U17 byrjar mánadagin 6. januar, og vant verður 4 ferðir um vikuna. Mánadag til hósdag kl. 18.30. Leikarar, ið hava hug at spæla við U17, eru vælkomnir at seta seg í samband við Ríkin á tlf. 50 32 94, ella Ólav á tlf. 21 77 18.