Venjaratoymið sett hjá U7-gentum

Tað vera tær tríggjar, Súsanna Tummasardóttir, Ása Stórá Carlsen og Beinta Jensen, sum koma at taka sær av okkara U7-gentum. Hesar ungu kvinnurnar eru allar partur av Betri-hópinum hjá kvinnunum.

U7 er fyri allar gentur føddar í 2013 og 2014. Vant verður hvønn hósdag kl. 17:30 á Niðara Vølli, og allar eru vælkomnar.

Vegna tilmælini frá heilsumynduleikunum er eingin venjing í løtuni. Kunna verður nærri, tá venjingarnar byrja aftur.