Klaksvíkingur á odda fyri ungdóminum

Tað verður 41-ára gamli klaksvíkingurin Oddur Olsen, ið kemur at standa á odda fyri menningini av okkara eldru ungdómsleikarum. Umframt at vera ”head of coaching” hjá U15- og U17-dreingjum, kemur hann eisini at virka sum høvuðsvenjari hjá okkara 1. deildarmonnum.

Skal fyrireika ungdómsleikarar til vaksnamannafótbólt

– Leikluturin hjá mær er tvíbýttur. Onnur uppgávan er at vera hava yvirskipaðu ábyrgdina av menningini hjá U15- og U17-dreingjunum. Har verður tað uppgávan hjá mær at flyta leikararnar upp, og gera teir klárar til vaksnamannfótbóltin. Hin uppgávan verður so at vera høvuðsvenjari hjá 1. deild, sum er seinasta lopfjølin áðrenn tann heilt stóra pallin – Betri deildin.

– Í 1. deild er ein ungur hópur, og hesin skal so supplerast við nøkrum eldri leikarum, samstundis sum at vit spakuliga skulu slúsa U17-leikarar inn, tá hesir eru klárir, sigur Oddur.

Oddur hevur drúgvar royndir sum venjari, og fer nú undir sítt 12. kappingarár á rað sum venjari. Í 10 av 11 undanfarnu árunum hevur hann verið venjari í KÍ, har hann hevur verið um teir ungu leikararnar, og gjørt teir klárar til vaksnamannafótbólt.

Gleðir seg til uppgávuna

Men hvat hevur so fingið hann at skifta KÍ út við HB?

– Hetta er ein spennandi uppgáva. Eg havi verið í KÍ í 10 ár, og tíðin búgvin til at royna nakað nýtt, og fáa nýggjan íblástur. Og so er tann ætlanin, sum HB nú leggur fram sera spennandi, og gevur meining fyri meg. Eg síggi meg sjálvan í tí leiklutinum sum eg nú fái tillutaðan, og síggi eisini at eg kann útinna nakað her. So eg eri ógvuliga motiveraður at koma í gongd við projektinum at menna ungar leikarar í HB, og gera teir til reiðar at spæla seg upp á besta liðið.

– Mads hevur lagt grundarlagið, og eg og Jens Erik koma inn í eitt felag, sum hevur stórar ambitiónir við ungdómsfótbóltinum. Vit hava báðir drúgvar royndir við ungdómsfótbólti, og gleða okkum at koma ígongd, sigur Oddur at enda.

Oddur er byrjaður í starvinum í dag, 1. februar. Talan er um hálvtíðarstarv, og sáttmálin er galdandi í tvey ár.

Vit ynskja honum vælkomnum í Gundadal.