– HB hevur altíð verið her fyri meg

Hanus, sum farna kappingarár var ein av berandi kreftunum á okkara mansliðið, skiftir frá 1. januar til slovenska meistarafelagið NK Celje.

Eftir nøkur ár í útlegd, fyrst í FC Middjylland og síðani í Middelfart, vendi Hanus heim aftur í 2022. Hann vann sær skjótt pláss á liðnum og gjørdist ein av stuðulsleikarunum. Nú gongur leiðin út aftur í heim, og til slovenskan fótbólt, har hann hevur skrivað sáttmála við meistaraliðið NK Celje til á sumri 2027.

Hanus hevur slitið sínar barnaskógvar í Gundadali. Evnini vóru eyðsýnd, og tá hann var 15-ára gamal, vóru boð eftir honum í FC Midtjylland, har hann millum annað var við til at vinna danska meistaraheitið í ungdómsdeildini.

Karrieran skuldi aftur á beint

Tá sáttmálin við FC Midtjylland gekk út, flutti Hanus til Middelfart, áðrenn hann í 2022 kom heim aftur at spæla við HB. Støðan í Middelfart var ikki tann besta, og Hanus kom heim at finna fótbóltgleðina aftur.

– Eg var í tí støðu, har eg føldi at karrieran hjá mær ikki ordiliga kundi koma víðari. So helt eg, at tað var rætt at koma heim aftur til HB. Eg umhugsaði, um eg skuldi fara til okkurt av teimum smærru feløgunum í Føroyum, men HB fekk sannført meg, og var allarhelst einasta felagið, sum kundi hjálpa mær við at koma víðari, og sum kundi hjálpa mær úr teimum trupulleikunum, sum eg hevði niðri. Og síðani tá hevur tað gingið væl.

Hann hevur sum nevnt slitið sínar barnaskógvar í HB. Og her liggja nógvir tímar, og nógv góð minnir.

– Eg eri uppvaksin her, og havi nógv góð minnir, og nógvar góðar upplivingar í HB frá tí eg var heilt ungur. Bæði við venjarum, liðfelagum og øllum øðrum.

– Eg havi spælt eina rúgvu av dystum og fingið eina rúgvu av upplivingum. Vit hava vunnið steypafinaluna, haft bæði upp- og niðurtúrar í landskappingini og spælt nakrar spennandi dystir í Eurpopa, sjálvt um úrslitini kanska ikki altíð hava verið eftir vild. Men tað hevur haft øgiliga nógv at siga fyri meg at koma aftur til HB.

Fekk nýggjan leiklut

Sum ungur spældi Hanus meira á framrættaðu plássunum. Síðani varð hann umskúlaður til bakk, og tað var á hesum plássinum, at hann fekk sítt veruliga gjøgnumbrot og vann sær eisini pláss á landsliðnum.

Undan kappingarbyrjan 2024 varð Adolfo Sormani settur sum høvuðsvenjari hjá Betri-monnum, og hann hevði eina aðra ætlan við Hanusi. Hann valdi at royna Hanus á miðjuni. Nakað, sum Hanus ikki var heilt samdur í frá byrjan. Hann tillagaði seg tó skjótt til nýggja leiklutin, og tað sást skjótt, at Hanus treivst væl í nýggja leiklutinum, og at hansara fótbóltsevni veruliga komu til sín rætt her.

– Eg eri farin frá at vera høgri bakkur til at spæla á miðjuni. Har, sum eg helt, at eg yvirhøvur ikki hoyrdi heima. Eg hevði akkurát bitið meg fastan á høgra bakki á HB-liðnum og varð valdur til ársins leikara í HB. Og so kemur ein venjari, Dodo (Adolfo Sormani, red.), og skal oyðileggja alt hjá mær. Tað var í hvussu er tað, sum eg helt tá, sigur ein flennandi Hanus.

– Men nýggi leikluturin hevur gjørt, at eg eri komin har til, sum eg eri í dag. Hann sá okkurt í mær, sum eg ikki sá sjálvur. Men eg sá skjótt, at eg kundi gott spæla á miðjuni, og tað er kanska har, eg eri best. Uppá tann mátan havi eg ment meg rættuliga nógv og havi fingið ein enn størri leiklut á liðnum.

Fer at sakna HB

Fyri okkum er tað altíð keðiligt at missa ein góðan leikara. Men samstundis eru vit errin av, at vit aftur kunnu hjálpa einum av okkara egnu víðari á yrkisleiðini. Vit fara at sakna Hanus, og Hanus fer eisini at sakna okkum.

– HB hevur nógv at siga fyri meg. Bæði tá tað hevur gingið væl, og tá tað ikki hevur gingið so væl, tá hevur HB altíð verið har fyri meg.

– Tað, sum eg nokk fari at sakna allarmest, er samanhaldið, og alt tað, sum er rundan um felagið. Liðfelagar. Fjepparar. Øll tey fólkini, sum eru rundan um HB. Øll tey, sum man ikki altíð sær. Tey, sum eru aftanfyri. Tey, um geva okkum eyka motivatión og geva okkum tann viljan, sum skal til fyri at vinna fótbóltsdystir. Tað er tað, sum eg fari at sakna allarmest, sigur ein kensluborin Hanus at enda.

Vit ynskja Hanusi góða eyðnu í Slovenia og NK Celje. Og hann veit, at HB-húsið altíð er opið fyri honum.