Landsliðsvenjarin hjá U15-dreingjum, Jógvan Martin Olsen, hevur úttikið 18 spælarar til EfB Spar Nord Elite Cup, sum verður í Esbjerg frá 23. til 29. mai. Millum teir úttiknu eru teir 5 HBarnir Silas B. Joensen, Rani Johannessen, Teitur Bogason, Dávid Reynheim og Dánial Mørkøre (vantar á myndini).
Í kappingini verður spælt móti donskum feløgum, umframt at lið úr Noregi, Svøríki og Týsklandi onkur ár eisini luttaka.
Vit ynskja teimum góðan túr og bestu eydnu í kappingini.