6 HBarar á A-landsliðnum

Nýggi føroyski A-landsliðsvenjarin hjá monnum, Håkan Ericson, hevur úttikið sín fyrsta landsliðshóp. Og millum teir 23 leikararnar, finna vit heili 6 leikarar úr HB. Teir eru:
 
Teitur Matras Gestsson
Daniel Johansen
Heðin Hansen
Adrian Justinussen
Dan í Soylu
René Shaki Joensen
 
Teitur og René hava mangan verið í hópinum. Adrian hevur verið úttikin fyrr, tó uttan at koma á vøllin. Hjá Heðin, Daniel og Dan er hetta fyrstu ferð teir eru úttiknir.
 
Landsliðið skal spæla tveir dystir í Nations League. Tann fyrri verður á heimavølli ímóti Malta, hósdagin 3. september, meðan tann seinni verður á útivølli ímóti Andorra, sunnudagin 6. september.
 
Vit ynskja teimum, og øllum hinum, góða eydnu við komandi landsdystunum.