Gull til U15-genturnar

Aftast frá vinstru: Niels Petersen (Venjari), Barbara Haraldsen, Tóra Leo Mortansdóttir, Elsa Brimnes, Silja Muller, Elsa Lervig, Ida Mercy Chukwudy, Maria Frederiksen og Teitur M. Andreasen (Hjálparvenjari).
Fremst frá vinstru: Gunnvá Lutzen, Bjørk F. Joensen, Anna Sigrunardóttir, Sára B. Jespersen, Josefina M. Meinhardsdóttir, Ester Ellingsgaard og Lea Tórarenni.

U15-gentukappingin er nú liðug, og HB bleiv føroyameistari. B36-genturnar fingu silvur, og KÍ bronsu.

Longu tíðliga í kappingini sást á øllum brøgdum, at talan fór at verða um kapprenning millum júst hesi trý liðini, og soleiðis bleiv.
HB-genturnar taptu bert ein dyst í ár, og tí eru tað tær, sum vunnu gullheiðursmerkir og steyp. Við imponerandi málúrtøkuni 37-13 fyri 12 dystir.

HB-liðið er mannað við sera sera dugnaligum leikarum, og spennandi verður at fylgja hesum komandi árini. Tær spæla góðan, kvikan og beinleiðis fótbólt, samstundis sum tær eru stinnar í verjupartinum.

HB átti eisini besta málskjúttan í deildini, hon eitur Bjørk Franksdóttir Joensen. Hon skoraði heili 24 mál.

Venjarar hjá U15-gentunum eru Niels Petersen og Teitur Marnarson Andreasen.

Til lukku gentur!