Okkara U21-lið spælir avgerandi FM-dyst í kvøld. Dysturin verður ímóti NSÍ í Runavík, og byrjar kl. 19:30. Áðrenn dystin eru okkara dreingir á odda í landskappingini við 28 stigum. Eitt stig frammanfyri NSÍ. Tískil kunnu okkara tryggja sær FM-heitið, um teir vinna dystin ella spæla javnleik.
Flestum kunnugt, so vunnu okkara steypakappingina fyrr í ár, og hava tí møguleika at vinna greipuna.