Margit Bjørklund Ziskason úr ungdómsnevndini, og John Petersen
Danin John Petersen verður høvuðsungdómsvenjari hjá HB, eftir at partarnir hava undirskrivað tvey-ára sáttmála. John er 36-ára gamal, og er í løtuni í gongd við at útbúgva seg sum A-venjari. Hann hevur seinastu árini verið høvuðsungdómsvenjari hjá Royn og TB, men hevur nú valt at taka við avbjóðingini her hjá okkum. Og hann er sum vera man sera spentur uppá uppgávuna.
– Tað, sum gjørdi, at eg valdi at taka við avbjóðingini, var møguleikin at koma til eitt størri felag. Eitt felag, ið hevur uppraðfest á nógvum økjum seinastu tíðina. Tað skal ikki vera nakar ivi um, at eg havi haft tað ótrúliga gott í Hvalba og Royn. Tí var hetta ikki nøkur løtt avgerð, men í síðsta enda var tað týdningarmikið fyri meg at fylgja mínum ítróttarligu málsetningum.
Málsetningur fyri ungdómsdeildina
Hann hevur sum mál at skapa eina ungdómsdeild, bæði á dreingja- og gentusíðuni, sum megnar at veita leikarar til bæði fremstu liðini í felagnum, men eisini til landslið allan vegin upp. Hann vísir á, at vit longu hava eina rúgvu av slíkum leikarum, og við tí tilfeingi, sum er í felagnum, vónar hann, at vit saman fáa skapt grundarlag fyri enn fleiri. Men hann hevur ikki bara fremstu liðini og landsliðini í huga.
– Eg vóni, at vit megna at halda spælarar í felagnum. Óansæð støði og persónligar ambitiónir skal tað vera eitt tilboð til øll, allan vegin upp. Harumframt er tað týdningarmikið fyri meg at fáa allar venjarar við, soleiðis at øll kenna seg aftur í tí, vit sjóseta. Øll hava somu kós og vita hví og hvussu, vit skulu gera tingini. Sjálvbodnu venjararnir eru eitt rimmar tilfeingi og eru sera týdningarmiklir fyri felagið. Tað eru teir, ið skulu vera við at skapa karmarnar fyri framhaldandi menning av felagnum.
Og hóast hann stendur við evstu ábyrgdini av ungdóminum, ætlar hann sær ikki bara at taka øll av ræði. Tí hetta er ein uppgáva, sum vit lyfta í felag.
– Tað verður einki við, at eg bara seti nakrar rammur og sigi, at soleiðis gera vit. Hetta er ein tilgongd, har vit justera tingini, og har øll hava ein ognarlut. Tá tú følir ein ognarlut í tí, sum verður gjørt, vilja øll gera ein eyka innsats, soleiðis at vit gerast betri bæði innan- og uttanfyri vøllin.
Tað fyrstu tíðina ætlar John at brúka uppá at seta seg inn í viðurskiftini í felagnum og at hoyra, hvat venjararnir í felagnum hava uppá hjarta.
– Eg vil fegin hoyra frá teimum ymsu venjaratoymunum, um hvat riggar hjá teimum, og hvat tey meina kann betrast.
Vit skulu vera opin
John leggur stóran dent á, at vit eru opin mót hvørjum øðrum, og at vit tora at loysa tær ósemjur, sum kunnu stinga seg upp.
– Sum persónur eru eg útvendur og opin. Eg vil, at øll, bæði spælarar, venjarar, nevnd og onnur skulu kunna tosa við meg uttan at hugsa ov nógv um tað. Vit skulu kunna tosa um alt. Mín hurð er altíð opin, sigur hann.
Eins og í lívsins viðurskiftum so ganga tingini upp og niður. Og tað er kanska serliga, tá alt ikki gongur eftir vild, at tað er tørvur á stuðli. Og eisini her er John greiður í sínum máli.
– Tá alt ikki gongur, sum tað skal, skal eg vera tann fyrsti at stuðla spælarunum og hjálpa teimum aftur á rætta kós. Mær dámar at arbeiða við menniskjum. At menna tey. Ikki bara sum spælarar, men eisini teirra menniskjansligu eginleikar. Vit skulu skapa eitt samanhald í felagnum, soleiðis at vit øll lyfta í felag.
Tá hann skal lýsa seg sjálvan sum venjara, leggur hann dent á, at hann vil, at spælarar tora at spæla fótbólt. Skilt á tann hátt at teir skulu tora at taka egnar avgerðir á vøllinum. Hann vil vera við til at menna spælarar, sum hava ein vilja og eina trúgv upp á egin evnir. Men hann megnar ikki alt sjálvur.
– Eg vil, at spælarar taka ábyrgd av egnari menning. At teir seta sær sjálvum, liðfeløgum og venjarum krøv. Teir skulu tora at siga sína meining. Bæði alment og við meg persónliga. Bara tað er við einum uppbyggjandi tóna. Vit menna best spælarar við at vísa teimum álit, samstundis sum teir vita, at um teir gera mistøk, eri eg ikki tann, ið standi og finst at teimum. Eg vil eisini brúka allar hjálparvenjararnar. Teir skulu ikki bara standa og hyggja undir venjing. Uppgávurnar verða býttar út, soleiðis at teir m.a. fáa ábyrgd av upphiting, skotvenjing, ella har teirra dygdir eru. Vit hava øll ymsar dygdir, og vit skulu eftir besta førimuni fáa tað besta burturúr øllum.
Vil fegin takka Royn
– Til seinast vil eg fegin nýta høvið at takka Royn fyri at geva mær møguleikan at byrja í HB beinanvegin. Eg fari at sakna felagið og fólkini rundanum, men vónandi kann eg hjálpa teimum aftur einaferð í framtíðini. Men nú gleði eg meg til at gera mítt besta í HB og saman við øllum teimum dugnaligu fólkunum her vera við til at flyta felagið enn longur fram.
John kemur sum nevnt at hava høvuðsábyrgd av ungdómsdeildini, umframt at hann kemur at vera høvuðsvenjari hjá U15-dreingjum.
Vit ynskja honum vælkomnum í Gundadal og gleða okkum, til hann byrjar í starvinum mánadagin 16. mars.